Ársins leikarar og stjørnuskot 2014

Bláa Bylgjan hevur valt sínar ársins leikarar og stjørnuskot hjá kvinnum og monnum í 2014.


Bláa Bylgjan hevur á hvørjum ári síðani 2010 valt ársins leikara hjá monnum. Í 2011 bleiv hetta ment til at eisini umfata stjørnuskot og har kvinnurnar eisini blivu valdar. Í ár dróg út at fáa hetta kunngjørt, tí leingi var ivamál, um KÍ veitslan, har ársins bestu vanliga vera kunngjørdir, fór at blíva ella ikki.

Hjá monnunum vera dagsins tríggir bestu leikarar valdir til hvønn dyst gjøgnum árið og har er samanlagdi listin eitt gott barometur fyri, hvør verður valdur. Hjá kvinnunum verða serfrøðingar, sum hava fylgt KÍ í kvinnukappingini tætt, spurdir og so verður ein støða tikin útfrá tí. Ein leikari kann bara vera ársins stjørnuskot einaferð, tí hetta er ein heiður fyri ein ungan leikara, sum hetta árið hevur fingið sítt gjøgnumbrot.


Rannvá og Gudný

Ársins leikari hjá kvinnum er Rannvá B. Andreasen. Rannvá var aftur í ár sannførandi á góða KÍ liðnum, sum vann greipuna. Hon skoraði 29 mál í landskappingini. Ársins stjørnuskot hjá kvinnum er Gudný Johannessen. Gudný hevur veruliga sligið sítt navn ígjøgnum í ár og hóast bara 16 ára gomul, so spældi hon við í 16 av 20 landskappingardystum. Hon skeyt 4 mál og var eisini liðskipari á føroyska U17 kvinnulandsliðnum, sum spældi í summar.


Ndende og Jóhan

Hjá monnunum bleiv Ndende Adama Guéye valdur til ársins leikara. Ndende var sannførandi á KÍ liðnum, har hann fyri tað mesta spældi á sentrala miðvøllinum. Hann skoraði 6 mál og legði upp til 5 mál og var tann útileikarin, sum spældi flestar minuttir. Ársins stjørnuskot var Jóhan Jacobsen. Jóhan fekk sítt veruliga gjøgnumbrot í ár, har hann var væl leikandi á høgra bakki.



Leikararnir sum hava vunnið heiðurin sum ársins leikarar hjá Bláu Bylgjuni eru hesir:


Ársins stjørnuskot, kvinnur:

2011: Eyðvør Klakstein

2012: Katrina Akursmørk

2013: Monika Biskopstø

2014: Gudný Johannessen


Ársins leikari, kvinnur:

2011: Rannvá B. Andreasen

2012: Rannvá B. Andreasen

2013: Maria K. Thomsen

2014: Rannvá B. Andreasen


Ársins stjørnuskot, menn:

2011: Álvur Christiansen

2012: Páll A. Klettskarð

2013: Oddmar Marsten

2014: Jóhan Jacobsen


Ársins leikari, menn:

2010: Sørmundur Kalsø

2011: Hjalgrím Elttør

2012: Páll A. Klettskarð

2013: Páll A. Klettskarð

2014: Ndende Adama Guéye


Myndir: Oliver Joensen/Norðlýsið






«2017»Í dag«Mai»
1 2 3 4 5 6 7
8 9 10 11 12 13 14
15 16 17 18 19 20 21
22 23 24 25 26 27 28
29 30 31        
M T M H F L S
Nr Lið D MM  S

1
2
3
4
5
6
7
8
9
10
 


EB/Streymur
Víkingur
ÍF
HB
B36
TB
NSÍ
B68
FC Suðuroy
 
 

15
15
15
15
15
15
15
15
15
15
 
11
9
10
13
10
3
-4
-3
-13
-36
30
30
29
24
22
19
18
17
15
3