Bláa Bylgjan fingið nýggja nevnd

Bláa Bylgjan hevði aðalfund fríggjakvøldið. Gleðiligt var at kunna staðfesta, at eingin trupulleiki var at manna eina nevnd.¤


Nakað av fólki var møtt upp, tá Bláa Bylgjan hevði aðalfund. Nevndin skuldi veljast og vegna ymiskar umstøður mettu fleiri í fyrrverandi nevndini, at tey ikki kundu halda áfram í nevndini eitt nú vegna lestur, starv ella manglandi tíð. Man hevði eina fatan av, at fólk trívast í nevndini hjá Bláu Bylgjuni. Bláa Bylgjan hevur eina nevnd við 5 fólkum og møguliga eyka nevndarlimum eisini. Á fundinum var tað gleðiligt at staðfesta, at tað ikki var nakar trupulleiki at manna nevndina. Eisini kom fram, at hóast man setur nøkur nøvn á eina nevnd hjá fjepparafelagnum, so er týðningarmikið at allir limir kenna sína ábyrgd og arbeiða fyri felagið á ymiskan hátt.


Nýggja nevndin hevur skipað seg, og soleiðis sær nýggja nevndin í fjepparafelagnum hjá KÍ út::
Erna Torleifsdóttir Sigurðsson: Formaður
Lillian Lassen: Næstformaður
Símun Esmar Vágsá: Kassameistari
Joan Danielsen: Skrivari
Eyðun Thorgeirsson: Nevndarlimur

Eyka nevndarlimur:
Súni Anthoniussen





«2017»Í dag«Jun»
      1 2 3 4
5 6 7 8 9 10 11
12 13 14 15 16 17 18
19 20 21 22 23 24 25
26 27 28 29 30    
M T M H F L S
Nr Lið D MM  S

1
2
3
4
5
6
7
8
9
10
 


EB/Streymur
Víkingur
ÍF
HB
B36
TB
NSÍ
B68
FC Suðuroy
 
 

15
15
15
15
15
15
15
15
15
15
 
11
9
10
13
10
3
-4
-3
-13
-36
30
30
29
24
22
19
18
17
15
3