Innandurakapping í Havn

Nýggja árið verður skotið í gongd bæði so og so. Tann 7. januar í komandi ári skipa HB-stuðlar saman við Sportigan fyri stórari innandurakapping. Hendan verður í Hoyvíkshøllini.


Kappingin er fyri tey yngru í aldrinum U6 til U18. Hvørt liðið telur 5 leikarar og í mesta lagi ein eykaleikara. Tó spæla U16 og U18 við 4 leikarum. Liðini kunnu hava egin nøvn ella nevnast eftir fótbóltsfeløgum.

U6 (f. 2011-12)
U8 (f. 2009-10)
U10 (f. 2007-08)
U12 (f. 2005-06)
U14 (f. 2003-04)
U16 (f. 2001-02)
U18 (f. 1998-00)

Luttøkugjaldið er 300 krónur fyri hvørt liðið. Hetta skal gjaldast, tá møtt verður. Til ber at melda seg til umvegis teldupostin: hb(kurla)hb.fo, ella við at ringja til Turið á 781904.

Eru 3 ella fleiri gentulið til eina deild, so verður kapping hjá gentum eisini. Annars hava gentulið møguleika at leika við dreingjaliði tó í einum yngri aldursbólki um tær ynskja tað.

Hettar er tó ikki galdandi fyri U8 gentir. Um ikki 3 ella fleiri lið melda til, so kunnu tær leika við U10 gentum ella U8 dreingjum.

Trý tey fremstu liðini í kappingini ogna sær heiðursmerki.





«2017»Í dag«Jun»
      1 2 3 4
5 6 7 8 9 10 11
12 13 14 15 16 17 18
19 20 21 22 23 24 25
26 27 28 29 30    
M T M H F L S
Nr Lið D MM  S

1
2
3
4
5
6
7
8
9
10
 


EB/Streymur
Víkingur
ÍF
HB
B36
TB
NSÍ
B68
FC Suðuroy
 
 

15
15
15
15
15
15
15
15
15
15
 
11
9
10
13
10
3
-4
-3
-13
-36
30
30
29
24
22
19
18
17
15
3