Innandurakappingin Bylgju Cup 2015

Í døgunum 28.-29. desember skipar Bláa Bylgjan, ið er fjepparafelagið hjá KÍ, fyri stórari innandura fótbóltskapping í KÍ høllini. Undirtøkan verður væntandi stór. Í 2014 vóru áleið 100 lið við umleið 530 leikarum, sum komu úr øllum landinum. Í ár er ein nýggj kapping. Eins og hjá FSF, so so eru aldursbólkarnir U6, U8, U10, U12, U14, U16 og U18. Afturat hesum vera kappingar hjá Vaksnum og Sjómonnum eins og undanfarnu ár.


Kappingin umfatar:

U 6 dreingir 4-5 ár (f. 2010-2011)
U 8 dreingir pinkulingar 6-7 ár (f. 2008-09)
U 10 dreingir Smápiltar 8-9 ár (f. 2006-07)
U 12 dreingir Piltar 10-11 ár (f. 200
4-05)
U 14 dreingir Smádreingir 12-13 ár (f. 200
2-03)
U 16 dreingir 14-15 ár (f.
2000-01)
U 18 dreingir unglingar 16-17 ár (f. 199
8-99)
Vaksin (Hægst tveir leikarar úr Effodeildini/1.deild
2015 á vøllinum samstundis)
Sjómenn (
Mynstraðir umborð í 2015 og hægst ein leikara úr Effodeildini/1.deild seinastu 5 kappingarárini)

Væntandi verður spælt soleiðis:

Mánadag 28. desember: Sjómenn, U18, U16, U14 og U12

Týsdag 29. desember: Vaksin, U6, U8, U10

Fyrivarni skal takast fyri, at U12 kappingin kann blíva flutt til týsdagin 29. desember.


Gentulið fáa møguleikan at spæla saman við dreingjunum, men í einum aldursbólki lægri
enn tær hava aldur til. Eru 3 ella fleiri gentulið til eina deild, so verður kapping hjá gentum.

Hvørt liðið telur 5 leikarar og hægst 1 skiftisleikara, tó spæla U16, U18,
Sjómenn og vaksin við 4 leikarum og hava hægst ein skiftisleikara.
Dómarar verða í
stóran mun núverandi og fyrrverandi KÍ leikarar í bestu ella næst bestu deildini.

Nr. 1, 2 og 3 fáa heiðursmerkir. Hjá teimum vaksnu fær vinnarin gávukort, meðan vinningar eisini eru til nr. 2 og nr. 3. Hjá sjómonnum eru steyp
og gávukort til vinnandi liðini. Og hjá U18 er gávukort til vinnandi liðið.

Liðini skulu hava egin nøvn ella nevnast eftir fótbóltsfeløgum.
Tilmelding á tlf.
295401/268335 ella á blaabylgjan@blaabylgjan.com

Síðsta freist at melda til kappingarnar
er tveir dagar áðrenn kappingarbyrjan. Tað merkir, at seinasta freist at melda til er:

Hjá Sjómonnum, U18, U16, U14 og U12: 26. desember kl. 19.00.

Hjá vaksnum, U10, U8 og U6: 27. desember kl. 19.00.


Kostnaðurin er 300 kr. fyri liðið hjá yngru deildunum. Hjá teimum vaksnu er kostnaðurin 400 kr. Hjá sjómonnum er kostnaðurin 1000 kr. pr. lið og har er smyrjibreyð v.m eftir kappingina til við í prísinum. 





«2017»Í dag«Mai»
1 2 3 4 5 6 7
8 9 10 11 12 13 14
15 16 17 18 19 20 21
22 23 24 25 26 27 28
29 30 31        
M T M H F L S
Nr Lið D MM  S

1
2
3
4
5
6
7
8
9
10
 


EB/Streymur
Víkingur
ÍF
HB
B36
TB
NSÍ
B68
FC Suðuroy
 
 

15
15
15
15
15
15
15
15
15
15
 
11
9
10
13
10
3
-4
-3
-13
-36
30
30
29
24
22
19
18
17
15
3