Reglar fyri Bylgju Cup 2016 (Vaksin)

* Øll fríspørk geva útvísing í ein minutt ella til annað liðið hevur skorað. Undantikið er, um ein leikari ongan møguleika hevur at umganga at gera frísparkið. Hetta fyri at umganga hart spæl og skaðar. Tað er altíð upp til dómaran at tulka, nær ein ikki kann umganga at gera fríspark.

* Ikki er loyvt at taka í bandarnar og brúka teir til egnan fyrimun. Útvísing.

* Vandamiklar – har ímillum glíðandi taklingar - taklingar geva fríspark og útvísing í ein minutt ella til annað liðið hevur skorað. Bylgju Cup skal ikki vera hart leikt kapping, har leikarar kunnu fáa skaðar.

* Bjargar leikari skoti, sum annars hevur kós móti málinum, við hondini verður dømt mál. Tá lið hevur skorað verður byrjað frá málinum. Spælið er byrjað, tá leikari hevur gjørt eina avlevering. Bandin kann eisini brúkast til at seta spælið í gongd aftur (eisini eftir málspark), men tá skal leikarin spæla ímóti síðubandanum og ikki endabandanum.

* Tað er útvísing í ein minutt ella til annað liðið skorar, um leikari avleverar/skjýtur útum síðubandan – men ikki endabandan - ella uppundir loftið. Hetta kemur undir tekniskt brot og er óbeinleiðis fríspark. Hetta fyri at uppraðfesta tekniskt spæl, sum innandura fótbóltur snýr seg um í Bylgju Cup.

* Loyvt er at skora aftanfyri miðjuna.

* Bylgju Cup hevur ongan møguleika fyri at hava skrivaðar reglar fyri øll viðurskiftir í kappingini. Har ikki skrivaðar reglar eru, er vanlig siðvenja galdandi. Tí ræður um at vísa sunnan fornuft og virða rættvíst spæl. Fær leikari t.d. forfall mitt í kappingini, skal loyvi gevast til leikara – sum ikki skal vera mettur nógv betri – um at spæla ístaðin. Ikki er loyvt leikara at spæla við tveimum liðum í kappingini, uttan at serligt undantaksloyvið frá dómaraborðinum er givið vegna m.a. forfall mitt í kappingini. Dómaraborðið skal altíð hava eina munnliga kæru fyri at revsa lið ella leikarum. Brot á reglurnar um luttøku ger, at liðið tapir allar sínar dystir 3-0.

* Enda cup dystir við javnleiki verður dysturin steðgaður, tá 5 minuttir eru spældir. Síðani verður byrjað av nýggjum og spælt til annað liðið hevur skorað. Men útvísing stendur við út í longdu leiktíðina.

* Enda lið á jøvnum í stigum er tað málúrtøkan sum telur. Síðani flest skorað mál og síðani innanhýsis dystir. Er framvegis á jøvnum er tað flest skorað mál í einum einstøkum dysti, sum telur. Er framvegis javnt, verður umdystur til annað lið hevur skorað.

* Annars eru vanligir innandura reglar galdandi og dómarin hevur altíð avgerandi orðið at siga, um ivamál eru. Óvanliga grov brot kunnu geva útvísing restina av dystinum og í ringasta føri alla kappingina til leikaran.





«2017»Í dag«Mai»
1 2 3 4 5 6 7
8 9 10 11 12 13 14
15 16 17 18 19 20 21
22 23 24 25 26 27 28
29 30 31        
M T M H F L S
Nr Lið D MM  S

1
2
3
4
5
6
7
8
9
10
 


EB/Streymur
Víkingur
ÍF
HB
B36
TB
NSÍ
B68
FC Suðuroy
 
 

15
15
15
15
15
15
15
15
15
15
 
11
9
10
13
10
3
-4
-3
-13
-36
30
30
29
24
22
19
18
17
15
3