Reglar fyri Bylgju Cup 2016 (Yngru deildir)

* Málverjin hevur loyvi at brúka hond upp til og við U14. Í U14 hevur málverjin ikki loyvi at taka bóltin, um viðleikari leggur bóltin aftur. Allar gentukappingar hava 4 útileikarar og ein málverja, ið kann taka bóltin og gyppa, tó ikki hjá U17. (U6 og U8 spæla frítt, tó eftir vanligum fótbóltsreglum)

* Málverjin hevur ikki loyvi at gyppa í U 12 og U14. Hann kann kasta bóltin ella kann hann leggja bóltin, áðrenn hann sparkar. Hetta fyri at fáa meir fótbóltsspæl heldur enn long spørk.

* Málverjin hevur bara loyvi at taka bóltin innanfyri sirkul linjuna eins og vanligt er. Brot innan fyri sirkul linjuna geva vanliga brotsspark

* Vanlig innkast verða tikin, og skal leikarin standa ímóti bandanum.

* Hornakast skulu kastast antin við einari- ella báðum hondum.

* Tá lið hevur skorað, skulu allir leikararnir á liðnum afturum miðjuna fyri at geva hinum liðnum møguleikan at byrja aftur. Um ikki, so skal liðið, sum hevur fingið mál ímóti sær, greitt vísa, at teir eru byrjaðir.

* Útvísing - í ein minutt ella til mótstøðuliðið hevur skorað - verður givin fyri ósømandi atburð og annars ov hart spæl. Glíðandi taklingar eru ikki loyvdar. Útvísing restina av dystinum ella fyri restina av kappingini kann gevast fyri óvanliga óhóskandi atburð.

* Ikki er loyvt hjá leikarum at spæla við fleiri liðum í sama aldursbólki . Um so er og tað verður kært, so tapir seinna liðið allar dystirnar. Vegna serlig forfall kunnu undantaksloyvir gevast frá dómaraborðinum í samráð við mótstøðuliðini í bólkinum.

* Hjá U16 og U18 skulu leikararnir standa hjá bóltinum, tá brotsspørk skulu skjótast.

Enda lið á jøvnum í stigum er tað málúrtøkan sum telur. Síðani flest skorað mál, síðani innanhýsis dystir og síðani flest skorað mál í einum einstøkum dysti. Er framvegis javnt, verður umdystur til annað lið hevur skorað.

* Enda finalur ella bronsu/cup dystir við javnleiki verður dysturin steðgaður. Síðani verður byrjað av nýggjum og spælt til annað liðið hevur skorað. Útvísing heldur tó fram inn í umdystin.

* Fer bólturin uppundir loftið er tað óbeinleiðis fríspark. Tó ongantíð nærri enn sirkul linjuni.

* Annars er tað altíð dómarin, ið hevur avgerandi orðið at siga.





«2017»Í dag«Mai»
1 2 3 4 5 6 7
8 9 10 11 12 13 14
15 16 17 18 19 20 21
22 23 24 25 26 27 28
29 30 31        
M T M H F L S
Nr Lið D MM  S

1
2
3
4
5
6
7
8
9
10
 


EB/Streymur
Víkingur
ÍF
HB
B36
TB
NSÍ
B68
FC Suðuroy
 
 

15
15
15
15
15
15
15
15
15
15
 
11
9
10
13
10
3
-4
-3
-13
-36
30
30
29
24
22
19
18
17
15
3