Viðtøkur fyri Áhugafelag Klaksvíkar Ítróttarfelag

Grein 1
Navn felagsins er Áhugafelag Klaksvíkar Ítróttarfelags, og er heimstaður tess Klaksvík.

Grein 2
Endamál felagsins er at gera viðhaldsskaran sjónligari og á annan hátt stuðla felagnum.

Grein 3
Limur kann einhvør gerast, sum er áhuga/ur fyri Klaksvíkar Ítróttafelag. Nevndarlimur í Áhugafelagnum kann ikki samstundis hava álitisstarv í Klaksvíkar Ítróttarfelag.

Grein 4
Áhugafelagið verður skipa av eini fimm-manna nevnd við tveimum eykalimum.

Grein 5
Árligur aðalfundur verður hildin í november, og er aðalfundurin hægsti myndugleiki felagsins.

Nevndalimir verða valdir á aðalfundi skiftivís, tveir ella tríggir á hvørjum ári. Eykalimir verða valdir á hvørjum ári


Fundarskráin eigur at vera henda:

1. val av fundarstjóra

2. frágreiðing frá farna ári

3. framløga av rokniskapi til góðkenningar

4. val av vevndarlimum og eykalimun

5. Innkomin mál

6. Ymiskt


Grein 6
Nevndin skipar seg sjálv

Grein 7
Eykaaðalfundur verður hildin, um nevndin heldur tað vera fyri neyðinin, ella tá minst 20 av limum felagsins krevja tað.

Grein 8
Aðalfundur og eykaaðalfundur skal verða fráboðaður minst eina viku frammaundan, og fundarskráin skal samstundis verða lýst.

Grein 9
Uppskot til lógarbroytingar, mugu verða nevndini í hendi, áðrenn lýst verður til aðafund.

Grein 10
Allar viðtøkur verða tiknar við vanligum meiriluta av teimum uppmøttu limunum.

Grein 11
Til at samtykkja avgerðir, sum miða ímóti avtøku av felagnum, krevst at minsta kagið helmingurin av øllum limunum er møttur á fundi, og harumframt a at avgerðin verður samtykt viið 2/3 av teim greiddu atkvøunum. Um ikki helmingurin av øllum limunum er møttur á fundi, verður nýggjur aðalfundur lýstur á vanligan hátt, og á honum kunnu hesi uppskot verða samtykt við 2/3 av teim greiddu atkvøðunum, sama hvussu nógvir limir eru møttir.

Grein 12
Um felagið verður avtikið, skulu ognir felagsins tá verða latnar Klaksvíkar Ítróttarfelag at frama.






«2017»Í dag«Mai»
1 2 3 4 5 6 7
8 9 10 11 12 13 14
15 16 17 18 19 20 21
22 23 24 25 26 27 28
29 30 31        
M T M H F L S
Nr Lið D MM  S

1
2
3
4
5
6
7
8
9
10
 


EB/Streymur
Víkingur
ÍF
HB
B36
TB
NSÍ
B68
FC Suðuroy
 
 

15
15
15
15
15
15
15
15
15
15
 
11
9
10
13
10
3
-4
-3
-13
-36
30
30
29
24
22
19
18
17
15
3